Kommunur rópa ikki eftir at hækka botnfrádráttin

Kommunur rópa ikki eftir at hækka botnfrádráttin
Kommunurnar vilja heldur hava heilan skattapolitikk en bara eittans amboð
Kommunustjórar og borgarastjórar skulu tosa um møguleikan at hækka botnfrádráttin.
 
15.02.2018 - 11:58

Kommunurnar rópa ikki eftir at sleppa at stýra botnfrádráttinum sjálvar.

Skal skattapolitikkurin broytast, skal tað gerast sum ein heild, sigur Kommunufelagið, og ikki bara við at geva kommununum eittans amboð, 

Kommunurnar eru neyvan samdar um botnfrádráttin í kommunuskattinum.

Men kommunustjórarnir fara at viðgera málið á fundi í morgin og borgarstjórarnir næsta fríggjadag aftur, sigur stjórin í Kommunufelagnum, Eyðun Christiansen.

Uppskotið hjá Fólkaflokkinum um botnfrádráttin í kommunuskattinum fór aftur í Fíggjarnevndina í gjár.

Tað var orðingin í álitinum frá meirilutanum í Fíggjarnevndini um, at meirilutin hevur ta fatan, at kommunurnar hava avmarkaðan áhuga fyri at áseta botnfrádráttin í skattinum sjálvar, sum fekk tingfólk at skjóta upp at beina málið aftur í nevnd.

Ikki samdar

Eyðun Christiansen sigur, at onkur kommuna vil uttan iva sleppa at stýra botnfrádráttinum sjálv. Men kommunurnar eru ikki samdar um tað. 

Kommunurnar vilja fegnar hava fleiri amboð at brúka í skattapolitikkinum, men tey skulu vera fleiri enn eitt.

Kommunurnar rópa ikki beinleiðis eftir at sleppa at hækka botnfrádráttin, sigur stjórin í Kommunufelagnum.

Tað besta er, at skattapolitikkurin verður broyttur í breiðari høpi, ikki bara botnfrádrátturin, sigur stjórin í Kommunufelagnum.

Ikki av leið

Fíggjarnevndin spurdi Kommunufelagið á fundi 21.november í fjør. 

Niðurstøðan hjá meirilutanum í Fíggjarnevndini um áhugan hjá kommununum er ikki helt av leið, sigur stjórin í Kommunufelagnum.

Fólkaflokkurin sendi ikki Kommunufelagnum uppskotið til hoyringar, áðrenn tað varð lagt fram. 

Kommunustjórarnir og bogarstjórarnir fara eisini at viðgera uppskotið hjá Fólkaflokkinum um at geva kommunum loyvi at lata foreldrum pengarnar, sum fara til barnaansing, um tey vilja ansa børnunum heima.     

Tað málið hevur verið í Mentanarnevndini síðani 16.november í fjør.]]


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952