FC Midtjylland longt sáttmála við føroying

FC Midtjylland longt sáttmála við føroying
Fyrrverandi HB-spælari verður í FC Midtjylland í trý ár afturat
Mynd: fcm.dk  
 
21.02.2018 - 21:47

Hanus Sørensen, sum er uppvaksin í HB, hevur longt sáttmálan við FC Midtjylland. Sáttmálin er galdandi í trý ár.

Føroyski U19 landsliðsspælarin kom til danska felagið í 2017, og hevur spælt regluliga fyri u17 liðið.

Stjórin fyri ungdómsmenningini hjá FC Midtjylland fegnast um, at sáttmálin er longdur

- Vit eru sera fegin um, at sáttmálin er longdur. Hanus er ein skjótur spælari við nógvari styrki í sínum spæli, sigur Flemming Broe

Hanus Sørensen er eisini fegin um at vera í felagnum í trý ár afturat.

- Tað er gott at vera í FC Midtjylland við fótbóltinum og tí persónliga.Í FCM verður dentur lagdur á at menna spælarar, og tað hevur hjálpt mær nógv.

- Eg havi ment meg nógv, meðan eg havi verið her, sigur Hanus Sørensen við heimasíðuna hjá FC Midtjylland

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342