Seinast røðan hjá Putin fyri forsetavalið

Seinast røðan hjá Putin fyri forsetavalið
Talið á fátækum russarum skal minkast niður í eina helvt, tað lovaði Vladimir Putin millum annað í seinastu árligu røðu síni fyri valið
Mynd: AFP  
 
01.03.2018 - 11:46

Um 17 dagar verður forsetaval í Russland. Í gjár helt Vladimir Putin, russiskur forseti, sína seinastu árligu samrøðu. 

Vladimir Putin stendur til at vinna enn eitt skeið í forsetasessinum.

- Hvør ein persónur hevur týdning fyri okkum, segði Putin og legði afturat, at hann vil hava fleiri í arbeiði og vil arbeiða fyri at hækka um livi-miðal-aldurin hjá russarum, so hann verður sum í Japan og í Fraklandi.

18 valevni bjóða av

BBC skrivar, at 18 valevni bjóða Vladimir Putin av, men eingin teirra fer væntandi at fáa nevniverdan stuðul frá veljarunum.

Kendasti andstøðingurin, Alexei Navalny, sleppur ikki at stilla upp og mælir veljarunum til at boykotta forsetavalið.

Vladimir Putin hevur ikki verið serliga virkin undir valstríðnum, og í røðu síni segði hann heldur ikki nógv um, hvørjar ætlanir hann hevur næstu seks árini.

Putin segði í røðuni, at Russland ikki kann taka vald sítt fyri givið.

- Vit hava ongan rætt at lata sjálvgleðina ráða, tí vit hava als ikki loyst nógvar av okkara trupulleikum, segði forsetin.

- Russland er nú eitt undangonguland við stórum møguleikum á uttanríkispolitiska økinum, bæði búskaparliga og hernaðarliga. Men havandi í huga sera týdningarmikla setningin at tryggja lívsgóðsku og vælferð hjá okkara fólki, so hava vit sjálvandi ikki rokkið málinum, segði Vladimir Putin m.a. í røðu síni sambært BBC.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. juni
Morgunlestur týsdagur 23.juni 2026
209939
Mánadag 22. juni
Poppverturin 4
208456
Mánadag 22. juni
RagnarRokk: Aslak Bjørn um Bauta
209100
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974