Orkufeløg vraka differentieraðar elprísir

Orkufeløg vraka differentieraðar elprísir
Magn og Effo eru harðliga ímóti ætlanini at loyva SEV at selja streym til hitapumpur og elbilar við avsláttri
Illa gjøgnumhugsað stuðulslóggáva til frama fyri SEV, siga privatu orkufeløgini um ætlanina at loyva SEV at selja bíligari streym til hitapumpur og elbilar
 
08.03.2018 - 11:41

Orkufeløgini Magn og Effo eru harðliga ímóti ætlanini at loyva SEV at differentiera el-prísirnar og harvið selja streym til hitapumpur og elbilar við avsláttri.

Magn skýrir lógaruppskotið at vera eina reina stuðullóggu til frama fyri SEV.

- Vit ivast ikki í, at avslátturin skal vera agnið, sum skal lokka brúkaran til endaliga at stavnsbinda seg til SEV, skrivar Magn í hoyringarsvarinum.

Magn sigur seg eisini ivast í, um avslátturin er í stríð við grein-10 í elveitingarlógini, sum sigur at ”netvirksemið skal fíggjarliga hvíla í sær sjálvum, soleiðis at inntøkurnar eru hóskandi til at gjalda fyri rakstur og ætlaðar neyðugar íløgur.

Um prísásetingin hjá SEV er í samsvar við hesa áseting ídag, so verður hon tað ikki eftir ætlaða, ógvusliga avslátturin, uttan so at ein stór eykarokning verður send til teir brúkarar, sum ikki fáa lut í avsláttrinum, sigur Magn í hoyringarsvarinum.

Effo skrivar í sínum hoyringarsvari, at eitt minstakrav má vera, at SEV alla tíðina má kunna prógva, at ein komandi meir-framleiðsla av streymi, ið skal seljast til vaksandi talið av hitapumpum og elbilum, eisini er varandi og grøn orka.

- Vísir tað seg ikki at fara at verða soleiðis, hvat ætlar tað almenna tá at gera. Kann tað hugsast, at man framhaldandi hevði hildið á at favorisera el-bilar og hitapumpur, spyr Effo í hoyringarsvarinum.

Effo heldur eisini, at landsstýrið eigur at lýsa samlaðu fíggjarligu ávirkanina av politikkinum, sum skal fáa allar føroyingar at brúka elorku, heldur enn aðrar orkukeldur.

Bæði orkufeløgini vísa á, at lógaruppskotið um fær stórar búskaparligar avleiðingar fyri landið, fyri SEV og fyri tey, sum ongan ágóða fáa av avsláttrinum.

Les eisini: Bíligari streym til hitapumpur og elbilar

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985