Fimleikafelagið Ljósið steypavinnari

Fimleikafelagið Ljósið steypavinnari
Seinna steypakappingin í estetiskum fimleiki var í Bylgjuni í Runavík í gjár, og Ljósið fór við tveimum av trimum kappingum hjá teimum eldru.
Liðini Hydra og Lyra úr Ljósinum gjørdust steypavinnarar
 
12.03.2018 - 09:26

Í gentubólkinum var Team Lyra úr Fimleikafelagnum Ljósið á odda fyri seinnu kapping, og tær gjørdu ikki mætari, enn at tær øktu um leiðsluna til seinnu kapping, so tær at enda vunnu greitt.


Hjá unglingunum tyktist eftir fyrru kapping eingin ivi vera um, at Team Eina úr Havnar Fimleikafelag fór at vinna samlaðu kappingina, og so var, men Vípan úr Støkk kom nógv nærri enn tær gjørdu til fyrstu kapping, so spenningurin til FM kappingina í mai er stórur.


Hjá kvinnum Var Hydra úr Fimleikafelagnum Ljósið stóri favoritturin eftir fyrru steypakappingina, og tær sviku heldur ikki hesaferð, og gjørdust greiður steypavinnari í kappingini hjá kvinnum, har einans tvey lið luttóku.


Næsta kapping verður FM undankappingin í mai, men flestu av liðunum fara at kappast í ymsum kappingum kring um í Europa, áðrenn kappast verður aftur í Føroyum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961