Russiski sendiharrin sigur orsaka við Svøríki

Russiski sendiharrin sigur orsaka við Svøríki
Russiski sendiharrin hevði alment sagt, at Svøríki væl kundi verið keldan til nervaeiturið, sum varð brúkt í Salisbury fyri stuttum
Russiski sendiharrin í Svøríki Viktor Tatarintsev segði, at Svøríki kundi verið keldan til nervaeiturið, sum varð brúkt í Salisbury
 
20.03.2018 - 15:16

- Tað var bara eitt git. Soleiðis sigur russiski sendiharrin í Svøríki, Viktor Tatarintsev, eftir at hann hevur staðið skúlarætt hjá Margot Wallstrøm, svenska uttanríkisráðharranum.

Tatarintsev hevði alment sagt, at Svøríki væl kundi verið keldan til nervaeiturið, sum varð brúkt í Salisbury móti fyrrverandi russiska njósnaranum og dóttrini. 

Sendiharrin varð alt fyri eitt kallaður til Uttanríkisráðið at greiða frá sínum útsagnum.

- Tað var bara eitt git. Tað var ikki ein almenn frágreiðing frá Russlandi, sigur russiski sendiharrin við blaðið Expressen.

Margot Wallstrøm, uttanríkisráðharri var ikki blíð um útsøgnina hjá sendiharranum.

- Vit taka harðliga frástøðu frá hasum uppáhaldinum. Soleiðis bert tú teg ikki at, um tú hevur gott politiskt og diplomatiskt samband, sigur svenski uttanríkisráðharrin við svenska ríkiskringvarpið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424