Helmingurin vrakar menningarlæruna

Helmingurin vrakar menningarlæruna
Flestu føroyingar trúgva bíbilsku skapanarsøguni heldur enn menningarlæruni. Tað vísir kanning í sambandi við sjónvarpsrøðina Gud signi Føroyar.
Flestu føroyingar trúgva bíbilsku skapanarsøguni heldur enn menningarlæruni.
Mynd: Gud signi Føroyar  
 
12.04.2018 - 19:30

Kanningin er gjørd í samstarvi við greiningarfyritøkuna Lóður. Hon varð gjørd á sumri í 2017, og 532 tilvildarliga vald fólk ímillum 15 og 75 ár luttóku.

Sum fimti parturin í sjónvarpsrøðini Gud signi Føroyar avdúkaði, hevur ein av spurningunum til endamáls at kanna, hvat føroyingar halda um menningarlæruna, sum upprunaliga varð sett fram av Charles Darwin í 1859. Tvs. læran um, at alt lív hevur ein felags uppruna, og at alt lív hevur ment seg ígjøgnum milliardir av árum. Kanningin spurdi:

Tað hevur verið kjakast um upprunan hjá menniskjum. Vinarliga sig mær, hvør av hesum setningum er tættast tíni fatan?

1. Nøkur fólk verða nevnd “kreationistar” og trúgva, at menniskjan varð skapt av Gudi ella eini hægri makt. Hesi trúgva ikki, at menniskjan er vorðin til yvir drúgva tíð og at menniskju og eitt nú apur hava sama uppruna

2. Nøkur fólk verða nevnd “evolutionistar” og trúgva, at menniskjan er vorðin til yvir drúgva tíð við menning frá einum slagi til eitt annað (tvs. at t.d. apur og menniskju hava sama uppruna)

3. Summi fólk vita ikki, hvat tey skulu halda

Úrslitini vóru soljóðandi:

Tann størsti bólkurin, 52 %, siga seg vera kreationistar og trúgva, at menniskjan varð skapt av Gudi ella eini hægri makt. Hesi trúgva ikki, at menniskjan er vorðin til yvir drúgva tíð, og at menniskju og eitt nú apur hava sama uppruna.

21 % siga seg vera evolutionistar og halda, at menniskjan er vorðin til yvir drúgva tíð við menning frá einum slagi til eitt annað (tvs. at t.d. apur og menniskju hava sama uppruna).

Og 27 % siga seg ikki vita. Tað vil siga, at ein meiriluti av føroyingum vrakar vísindaliga ástøðið um menningarlæruna.

Øðrvísi kring landið

Eins og í undanfarnum sendingum var ein ávísur munur á økjunum kring landið – hóast hesin munurin hevur verið størri í mun til aðrar spurningar.

Í Norðoyggjum og Eysturoynni hildu 62 %, at menniskjan er skapt av Gudi, og at menningarlæran ikki er sonn. Í høvuðsstaðarøkinum svara 40 %, at menniskjan er skapt av Gudi ella einum hægri mátti, og at menniskjan ikki er eitt úrslit av evolutión.

Og í restini av landinum er hetta talið 57 %.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609