FBI-kanning steðgar stevning av Trump-advokati

FBI-kanning steðgar stevning av Trump-advokati
Michael Cohen, advokatur hjá Donald Trump, er stevndur fyri ærumeiðing, men verður um somu tíð kannaður av FBI. Hetta hevur ein dómari steðgað.
 
28.04.2018 - 11:47

Stevningin hjá pornosjónleikarinnuni Stephanie ”Stormy Daniels” Clifford av Michael Cohen, advokati hjá amerikanska forsetanum Donald Trump, verður steðgað í tríggjar mánaðir.

Tað hevur ein dómari avgjørt.

Orsøkin er, at Michael Cohen verður kannaður av FBI, sum hevur gjørt rannsóknir á hansara skrivstovum og húsum.

Sambært amerikonskum fjølmiðlum kannar FBI um teir 130.000 dollararnir, sum Michael Cohen rindaði til Stormy Daniels áðrenn forsetavalið í 2016, stavaðu frá valdystinum hjá Donald Trump. Tí hetta er í stríð við amerikonsku lógirnar um valdystir.

Michael Cohen rindaði Stormy Daniels fyri ikki at siga alment frá, at hon hevði havt kynsligt samband við Donald Trump.

Fyri einum mánaða síðan stevndi Stormy Daniels advokatin fyri ærumeiðing.

Men dómarin metur, at stevningin eigur at útsetast, meðan FBI kannar sama mál.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815