Samstarv millum brennistøðirnar

Samstarv millum brennistøðirnar
Tórshavnar býráð og IRF vilja kanna um brennistøðirnar kunna leggjast saman.
 
28.04.2018 - 15:42

Tórshavnar býráð hevur samtykt at arbeiða víðari við eini ætlan um samstarv millum IRF, sum eigur brennistøðina í Leirvík, og KOB, sum er brennistøðin hjá Tórshavnar Kommunu.

Ein partur av hesum samstarvinum er eisini at kanna møguleikan fyri at leggja báðar brennistøðirnar saman.

- Hetta er ein spurningur um skynsaman fíggjarpolitikk, segði Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, sambært heimasíðuni in.fo.

IRF og KOB hava longu ymisk samstarv. Hetta riggar væl, at tí vilja partarnir kanna møguleikarnar fyri at fáa samstarvið at fevna um enn fleiri viðurskifti, og enntá um at leggja báðar brennistøðirnar saman.

Áður hevur IRF tikið undir við eini slíkari ætlan, og nú hevur Tórshavnar Býráð so eisini samtykt at arbeiða víðari við tí, skrivar in.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846