Mentanarnáttin 2018 verður 1. juni

Mentanarnáttin 2018 verður 1. juni
Nú er avgjørt, at ársins Mentanarnátt verður friggjakvøldið tann 1. juni, boðar Visit Tórshavn frá í tíðindaskrivi.
 
11.05.2018 - 12:06

Mentanarnáttin varð hildin fyrstu ferð í 2001, og síðani tá hevur tiltakið ment seg so mikið nógv, at Mentanarnáttin av summum verður rópt "lítla Ólavsøka", skrivar Visit Tórshavn millum annað í tíðindaskrivinum. 

Aftur í ár kunnu fólk vænta sær eitt kvøld við tónleiki, undirhaldi, fyrilestrum og alskyns tiltøkum á Havnargøtum - flestu teirra ókeypis.

Mentanarnáttin verður sum vant við nógvum forvitnisligum tiltøkum. Stovnar og virki lata dyrnar upp fyri almenninginum, søvnini eru opin, matstovur og gistingarhús spenna seg út og handlarnir hava leingi opið.

Nógvur livandi tónleikur sermerkir eisini Mentanarnáttina bæði innan- og uttandura. Nógvastaðni í býnum verður tónleikur at hoyra, skrivar Visit Tórshavn. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053