Janus Thomsen nýggjur stjóri í Effo

Janus Thomsen nýggjur stjóri í Effo
Janus Thomsen er settur sum nýggjur stjóri í føroyska orkufelagnum, Effo.
Mynd: Effo  
 
15.05.2018 - 11:58

Tað boðar felagið frá í tíðindaskrivi í dag. 

Hann tekur við eftir Niels Juel Nattestad, sum hevur verið stjóri í Effo seinastu 22 árini.

Janus Thomsen er 38 ára gamal, og hann hevur seinastu sjey árini verið stjóri í Trygd. 

Hann er útbúgvin cand.merc. á Copenhagen Business School, við sergrein í marknaðarføring, samskifti og leiðslu, umframt HA í búskapi og teldufrøði.

Janus Thomsen tekur við stjórastarvinum i Effo 1. august. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Mikudag 6. mai
Skratsj 6. maj 2026
207974
Mikudag 6. mai
Eitt korter við klassiskum
207973
Týsdag 5. mai
1. maidagshald í Vágsbotni í Havn
207937
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904