"Dukka mín er blá" best umtókti barnasangur

"Dukka mín er blá" best umtókti barnasangur
Sum ein liður í arbeiðinum við Barnasangbók Føroya, hava barnagarðar og vøggustovur skotið upp góðar og vælumtóktar barnasangir
 
16.05.2018 - 09:57

Dukka mín er blá, sum Hans Andrias Djurhuus yrkti tíðliga í 20.øld, er framvegis í 2018 nógv best umtókti sangurin hjá børnum.

Sum ein liður í arbeiðinum við Barnasangbók Føroya, hevur Mentamálaráðið skrivað til barnagarðar og vøggustovur, og biðið tey skotið upp góðar og vælumtóktar barnasangir.

Og svarið frá børnunum er púra greitt. Klárt á odda er "Dukka mín er blá".

Hóast sangurin er gamal, fekk hann næstan tvífalt so nógvar atkvøður sum nummar tvey, "Eg banki, eg buki", sum er umsettur úr donskum.

Freistin var stutt, men kortini komu nógv uppskot inn úr øllum landinum. Tað vísir seg, at nógvir av teimum góðu, gomlu sangunum ganga aftur. 

Til dømis eru fleiri hjá Hans Andriasi Djurhuus á topp fimm listanum, sigur Mentamálaráðið. 

Uppskotini hjá børnunum verða nú latin nevndini, sum arbeiðir við Barnasangbók Føroya.

Bókin skal ætlandi latast fyrstu nýføðingunum seinni í ár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327