Metstórur áhugi fyri Tórshavn Marathon

Metstórur áhugi fyri Tórshavn Marathon
Í morgin verður skipað fyri 16. maratonrenningini í Tórshavn, og áhugin er metstórur: Væl omanfyri 600 fólk úr 28 londum hava teknað seg
 
02.06.2018 - 11:29

- Tað koma næstan líka nógvir útlendingar sum føroyingar. Higartil eru yvir 300 útlendingar, sigur Herluf Jacobsen, sum er limur í Maratonbólkinum hjá Bragdinum, sum skipar fyri Atlantic Airways Tórshavn Marathon.

Útlendingarnir koma úr 28 ymiskum londum. 

Fyri at ávirka ferðsluna sum minst, er marathonrenningin í ár flutt frá leygardegi til sunnudag.

Nógvir vegir verða stongdir frá 12.45 til klokkan 19.  

Renningin fer sostatt at ávirka koyringina til og úr Kaldbak.

Til og úr Havnini verður koyrandi eftir Oyggjarvegnum.

Vegirnir millum Hoyvík og Kaldbak verða stongdir frá klokkan 13 til 19.

Ferðslan inni í Havnini millum Eysturbýin og Miðbýin verður eisini ávirkað av hesum, tí teinurin millum royndkoyringina á Hálsi og heilt oman til rundkoyringina við Skansan er stongdur í góðar tveir tímar, - frá kl. 12.45 til 14.30. Men Bragdið ger tvær slúsur so koyrandi er millum hesa býarpartar.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655