Betra kappingarførið við dagførdum vinnupolitikki

Betra kappingarførið við dagførdum vinnupolitikki
Vinnan í Føroyum heldur, at politiska og umsitingarliga umhvørvið í Føroyum er ov óstøðugt.
Nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum mælir til, at landsins vinnupolitikkur skal dagførast skjótast gjørligt.
Mynd: Føroya Arbeiðsgevarafelag  
 
25.06.2018 - 13:44

Føroya arbeiðsgevarafelag sigur í ársfrágreiðingini fyri 2017, at kappingarførið hjá Føroyum kann betrast enn meira við at dagføra landsins vinnupolitik. 

Arbeiðsgevarafelagið mælir til, at hetta verður gjørt sum skjótast. 

Óhepna gongdin, har tað almenna útbyggir sítt virksemi har, sum vinnuligt virksemi longu er, má steðga og ongantíð ov skjótt. 

Politisk stýring av ávísum vinnuvirksemi eigur eisini at steðga. 

Arbeiðsgevarafelagið heldur, at vinnupolitikurin frá 2005, sum hevur støði í einum OECD tilmæli, eigur at verða dagførdur og ongantíð ov skjótt.

Í framtíðini eigur orðaði vinnupolitikkurin at vera í øllum politisku avgerðunum, sum verða tiknar. 

Arbeiðsgevarafelagið heldur, at nú er løtan at lofta ferðavinnuni og teimum møguleikum, hon bjóðar.

Føroya arbeiðsgevarafelag hevði aðalfund í síðstu viku. Fyri vali í nevndina stóðu Jón Sigurdsson, Høgni Hansen og Árni Ellefsen. 

Allir vórðu afturvaldir, og nevndin heldur tí fram óbroytt.  Í nevndini í Arbeiðsgevarafelagnum eru umframt teir tríggjar Bogi Jacobsen, sum er formaður, Kristoffur Laksá, Atli Gregersen, Fróði Magnussen, Jens Meinhard Rasmussen og Odd Eliasen

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558