Søguliga ringt áarføri í Japan

Søguliga ringt áarføri í Japan
Tvær milliónir japanarar eru fluttir burtur, og fleiri eru deyð eftir søguliga ringa áarførið, sum hevur elvt til skriðulop og vatnflóð í landinum.
 
09.07.2018 - 13:59

Shinzo Abe, forsætisráðharri hevur avlýst ferðir sínar til Belgia, Fraklands, Saudi Arabia og Egyptaland, nú slík undantaksstøða valdar heima, og hann segði í gjár, at bjargingarliðini stríðast "ímóti tíðini". 

- Framvegis eru mong fólk ikki afturíafturkomin, og onnur hava tørv á hjálp, segði Abe sambært BBC.

Ávaringar eru um meira vatnflóð, m.a. í Okayama-økinum, men veðurforsagnirnar eru betri komandi dagarnar. 

Síðani hósdagin hevur regnað so illa í vesturjapan, at tað svarar til tríggjar ferðir regnið, sum plagar at vera allan juli mánað.

- Vit hava ongantíð upplivað slíkt áarføri áður, sigur ein veðurmaður við BBC.

Nógvir bygningar eru rapaðir, og stór øki eru huld í móru og ruski.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558