Oljufýringarkunngerðin skjótt klár

Oljufýringarkunngerðin skjótt klár
Nú nærkast dagurin, tá kunngerðin um strangari krøv til oljutangar verður lýst.
 
10.07.2018 - 14:04

Kunngerðin er send lógartænastuni hjá Løgmansskrivstovuni til kanningar. Hagar skulu kunngerðir, áðrenn tær verða lýstar og settar í gildi. 

Kunngerðin hevur verið leingi á veg. Uppskotið varð til hoyringar í fjør heyst. Freistin var til 2. november.

Og 18. oktober var almennur hoyringarfundur um kunngerðina, sum byrgja fyri dálking frá oljutangum. Eftir hoyringina eru onkrar broytingar gjørdar í uppskotinum.

Í uppskotinum skulu oljutangar vera góðkendir og hava ovurfyllingar-ávaring.

Oljutangar, sum ikki eru góðkendir, skulu ikki brúkast eftir 1. januar 2022. 

Í kunngerðini eru krøv til teirra, sum eiga oljutanga, til oljufeløgini og til teirra, sum innflyta og selja oljutangar.

Í 2006 varð eitt uppskot um kunngerð um oljutangar til sethús gjørt, og tað var eisini sent til hoyringar. Men tann kunngerðin varð ongantíð sett í gildi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065