2,5 milliardir fleiri fólk í heiminum um 30 ár

2,5 milliardir fleiri fólk í heiminum um 30 ár
Sjálvt um fólkavøksturin í norðurlondum sambært forsøgnunum hjá FN ikki fer at vaksa stórvegis, verður trongt í øðrum pørtum í heiminum.
 
12.07.2018 - 14:11

Í løtuni eru vit 7,6 milliardir fólk. Komandi 30 árini verða vit 2,5 milliardir fleiri fólk. Hvørt sekund verða vit í miðal 2,5 fólk fleiri í heiminum. 

Orsøkin til fólkavøksturin er, at menniskju liva longri og longri, og miðallivialdurin á menniskjum kring heimin verður bara hægri. 

Sjálvt um fólkavøksturin í norðurlondum sambært forsøgnunum hjá FN ikki fer at vaksa stórvegis, verður trongt í øðrum pørtum í heiminum. Tað skrivar DR.

Serliga í Afrika verður fólkavøksturin stórur. Nigeria er tað landið í heiminum, har fólkavøksturin er størstur, og sambært forsøgnunum hjá FN fer Nigeria at yvirhála USA, sum er tað landið í heiminum við triðhægsta íbúgvaratali. 

Ein orsøk til stóra fólkavøksturin í Afrika er sambært serfrøðingum millum annað tann, at 214 milliónir kvinnur í Afrika ikki hava atgongd, ráð ella loyvi til at brúka fyribyrging. Hetta merkir millum annað, at fólkatalið í 25 londum í Afrika verður tvífaldað áðrenn 2050.

Pernille Fenger er talskvinna hjá íbúgvaragrunninum hjá FN, og sambært henni verður tað arbeitt málrættað eftir at útbúgva um fyribyrging samt at syrgja fyri, at afrikanska kvinnur fáa atgongd til ta fyribyrging, sum teimum tørvar. 

Og fólkavøksturin er ikki uttan trupulleikar. 

Vánalig heilsa, manglandi útbúgvingarstovnar og arbeiðsloysi fara at plága londini við stórum fólkavøkstri. 

- Fleiri og fleiri fara til stóru býirnar fyri at fáa arbeiði, men flytanin millum londini kann hava stórar avleiðingar við sær. Lívsstílsjúkur so sum diabetes 2, økt blóðtrýst og blóðproppar verða fleiri, sigur Flemming Konradsen, sum er professari í altjóða heilsu í Universitetinum í Keypmannahavn, sigur Flemming Konradsen, professari í altjóða heilsu á Univeristetinum í Keypmannahavn. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439