Nýggj útbúgving í list á Fróðskaparsetrinum

Nýggj útbúgving í list á Fróðskaparsetrinum
Fróðskaparsetrið fer at bjóða nýggja útbúgving út í list.
Útbúgvingin í listaligum arbeiði verður staðsett á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya
Mynd: Fróðskaparsetur Føroya  
 
23.07.2018 - 12:47

Útbúgvingin verður skipað sum ein tvey ára diplomútbúgving. Fyrstu studentarnir verða tiknir upp komandi ár. 

Tað sæst á heimasíðuni hjá Setrinum.

At byrja við verða tvær leiðir, ritlist og tónleikur, men við tíðini verða fleiri leiðir lagdar afturat. 

Upptøkukravið verður miðnámsprógv, og harumframt verður ein upptøkuroynd. Ætlanin er at taka studentar upp annaðhvørt ár.

Útbúgvingin verður helvt um helvt ástøðilig og verklig. 

Ein fyrireikingarbólkur á Fróðskaparsetrinum hevur arbeitt við hugsjónarliga grundarlagnum undir útbúgvingini í eina tíð. Mentamálaráðið góðkendi útbúgvingina í 2016. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444