Mnangagwa væntandi afturvaldur í Zimbabwe

Mnangagwa væntandi afturvaldur í Zimbabwe
Sitandi stjórnin í Zimbabwe hevur vunnið flestu sessirnar í tjóðartinginum. Tað vísa nýggjastu tølini, sum tó enn ikki eru endalig.
 
01.08.2018 - 10:44

Veljarakanningar vísa eisini, at sitandi forsetin, Emmerson Mnangagwa, fer at vinna forsetavalið í Zimbabwe. Tað skrivar BBC. 

Andstøðuflokkurin segði tó í gjárskvøldið, at svik er farið fram í sambandi við atkvøðugreiðsluna, og flokkurin sigur tí, at teirra valevni, Nelson Chamisa, hevur vunnið valið. 

Tølini, sum enn ikki eru endalig, vísa tó, at sitandi flokkurin fær ein fittan meiriluta í tjóðartinginum. Av teimum 210 sessunum í tjóðartinginum, fær sitandi flokkurin 110 sessir, ímeðan andstøðuflokkurin bert fær 41 sessir. Men hetta er sum sagt ikki heilt greitt enn.

Um hvørgin av valevnunum fær meira enn 50 prosent av atkvøðunum, skulu bæði valevnini í eitt valumfar aftrat, sum væntandi verður 8. september í ár. 

Hetta er fyrstu ferð síðani 1980, at íbúgvarnir í landinum ikki kunnu atkvøða fyri fyrrverandi leiðaranum í landinum, Robert Mugabe. 

Og tað hevur sett sín dám á valluttøkuna, meta serfrøðingar sambært DR. Valluttøkan er nevniliga millum 70-75 prosent, og tað er hægri enn til seinasta val. Tað upplýsir valnevndin í landinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 15. mai
Morgunlestur fríggjadagur 15.mai 2026
208061
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343