Úrslit frá orkukanning handast í næstum

Úrslit frá orkukanning handast í næstum
Um tvær vikur, hósdagin 23. august, fær Sirið Stenberg, landsstýriskvinnan í orkumálum, handað úrslitið av umfatandi orkukanning.
Petur Nielsen, stjóri á Umhvørvisstovuni, handar Sirið Stenberg úrslitini frá orkukanningini hósdagin tann 23. august.
 
08.08.2018 - 10:33

Tað verður Petur Nielsen, stjóri á Umhvørvisstovuni, sum hósdagin tann 23. august fer at handa úrslitini til Sirið Stenberg.

Upprunaligi arbeiðssetningurin var at kanna, hvussu vatnorkuøkið í Vestmanna best kundi útbyggjast at nøkta tørvin á orkugoymslu í framtíðar elorkuskipanini.

Kanningin varð upprunaliga lýst í Virkisætlanini frá 2014 sum eitt átak at lýsa tørvin á orkugoymslum í framtíðar elorkuskipan í Føroyum.

Men í 2015 heitti landsstýriskvinnan á Umhvørvisstovuna um at seta kanningina í verk. Arbeiðið varð skipað við stýrisbólki og arbeiðsbólki.

Í stýribólkinum vóru umboð frá Umhvørvisstovuna, SEV, Heilsu- og innlendismálaráðið og Dansk Energi. Í arbeiðsbólkinum vóru umboð fyri Umhvørvisstovuna, SEV og Dansk Energi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595