Varðin vann í Landsrættinum

Varðin vann í Landsrættinum
Eystari landsrættur hevur í morgun staðfest dómin hjá Føroya rætti í sakarmálinum millum Taks og tey 11 fólkini, sum eiga partafelagið Varðan í Gøtu
 
23.08.2018 - 09:06

Tað vil siga, at Varðin vann sakarmálið, og at partaeigararnir sleppa undan at rinda skatt av teimum fyrstu 887 milliónunum, um fyritøkan verður seld. Hetta merkir, at eigararnir sleppa undan at rinda 310 milliónir krónur í skatti, um teir velja at selja.

Taks vildi ikki góðtaka avgerðina hjá Føroya rætti um skattaviðurskiftini hjá teimum 11 eigarunum og vildi tí hava landsrættin at meta um málið av nýggjum.

Tað hevur landsrætturin nú gjørt, og úrskurðurin er altso tann sami: partaeigararnir í Varðanum kunnu selja fyritøkuna og sleppa undan at rinda skatt av teimum fyrstu 887 milliónunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur 5.partur
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858