Rokningin ikki goldin enn

Rokningin ikki goldin enn
Rokningin, sum Mest hevur sent Tvøroyrar kommunu fyri at lata Samson vera við at sløkkja eldin á Varðanum Pelagic, er enn ikki goldin.
Samson var við til at sløkkja eldin á Varðanum Pelagic í fjør summar.
 
24.08.2018 - 14:53

Landsstýrið hevur eftirlit við kommununum og skal vegleiða tær.

Fiskimálaráðið, sum er samskipari í tilbúgvingarmálum í Føroyum, bað tí týsdagin Tvøroyrar kommunu og skipasmiðjuna Mest koma á fund um rokningina frá Mest fyri at lata bátin Samson vera við, tá eldurin í Varðanum Pelagic í fjør summar varð sløktur.

Annar parturin svaraði, at tað var í lagi, men hin parturin hevur ikki svarað enn. Tí er ikki greitt, nær fundurin verður. 

Mest sendi Tvøroyrar kommunu eina rokning fyri Samson. Rokningin er 205.000 kr.

Tvøroyrar kommuna vil ikki gjalda, tí kommunan heldur uppá, at eldurin var so stórur, at hann fer upp á triðja stig í tilbúgvingini. Tá so er, eigur landið at taka við, sigur kommunan.

Tað heldur landið ikki. Og Fiskimálaráðið vil tí heldur ikki gjalda rokningina frá Mest, millum annað tí, at landið bað ikki um, at Samson fór á Tvøroyri at sløkkja.

Fiskimálaráðið hevur nú biðið Tvøroyrar kommunu og Mest um at koma á fund at greiða frá sínum sjónarmiðum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328