Tórshavnar kommuna ynskir fleiri snildloysnir

Tórshavnar kommuna ynskir fleiri snildloysnir
Kommunan hevur sett sær fyri fáa fleiri snildloysnir til tænastur, sum kommunan veitir. 
 
25.08.2018 - 09:59

KT deildin hjá kommununi og íverksetarahúsið Hugskotið skipa í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya fyri einum tiltaki, sum skal lyfta kommununa inn í framtíðina, sum tikið verður til.

Tiltakið hevur heitið Talgilda tín bý og er ein hugskotsverkstova fyri luttakarar í øllum aldri við fjølbroyttari bakgrund. 

Endamálið er at arbeiða við nýhugsandi tøkniligum loysnum til tænastur, sum kommunan veitir, eitt nú vælferð, útbúgving, mentan, frítíð, ferðslu og býarskipan, undir leiðslu av royndum mentorum. 

Tiltakið verður 21. til 22. september í nýggju Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju.

Tað endar við, at luttakararnir leggja sínar loysnir fram fyri eini dómsnevnd, sum velur bestu loysnina.

Vinnandi toymið fær 50.000,- kr í virðisløn. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873