Sonu-parkeringin á Tvøroyri fer í søguna

Sonu-parkeringin á Tvøroyri fer í søguna
Sonuparkeringin, sum fyri tveimum árum síðani varð sett í gildi á Tvøroyri, verður nú strikað aftur.
 
18.09.2018 - 19:33

Umsitingin hjá Tvøroyrar kommunu upplýsir fyri Kringvarpinum, at eingin bót varð skrivað frá 2016 til nú, ið skipanin verður tikin av, og heldur ikki í hagtølunum hjá løgregluni er nøkur parkeringsbót skrásett at verða givin á Tvøroyri hetta tíðarskeiðið.

Óneyðug skipan

Bjarni Hammer, formaður í ferðslunevndini, sigur, at skipanin skuldi eftirmetast nú, og hildið varð, at óneyðugt er við sonuparkering í býnum.

Ferðslunevndin kom við tilmæli um hetta, og løgreglan tekur undir við tí.

Sonu-parkeringin, sum nú fer í søguna, var partur av ferðslutrygdarætlanini, sum Tvøroyrar kommuna gjørdi í 2007.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655