- Eg orki ikki at tosa um fótbólt

- Eg orki ikki at tosa um fótbólt
- Nógv vilja gjarna tosa um fótbólt við meg. Eg tími ikki at tosa um fótbólt. Eg orki ikki at tosa um fótbólt, sigur Todi Jónsson
 
19.09.2018 - 10:23

Todi Jónsson gavst í felagnum FCK fyri trettan árum síðani. Hann verður enn steðgaður á gøtuni, har fólk takka honum fyri avrikið. Men fótbóltur sum heild er ein farin tíð fyri hansara viðkomandi. 

46 ára gamli klaksvíkingurin Todi Jónsson roynir sum altíð at arbeiða við onkrum, ið ikki hevur við fótbólt at gera.

Hoyr longri samrøðu við Toda Jónsson í 25 minuttum her.

Todi Jónsson er fyrsti føroyingurin, sum av álvara gjørdi um seg uttanlands.

Mest skorandi leikari

Í Danmark hevur hann enn legendu-status fyri avrikið í FCK. Hann spældi átta ár í felagnum FCK. Í fleiri førum átti hann metið sum mest skorandi leikari. Trettan ár eru liðin síðani, at Todi Jónsson gavst í felagnum. Men Todi er komin víðari og tímir ikki at fáast við fótbólt meira.

Summarnæturnar í Klaksvík kveiktu áhugan

Áhugin fyri fótbólti byrjaði tíðliga. Todi minnist afturá, tá hann var smádrongur. Summarkvøldini og fótbóltur hoyrdu saman. Tað var ikki nógv at gera ella fara til. Men fótbóltsvøllurin var har.

- Vit sóu, tá tey ungu fóru í dans tíðliga á kvøldi. Vit sóu tey eisini, tá tey vóru liðug í dansinum. Klokkan hevur verið seks um morgunin. So langar vóru summarnæturnar í Klaksvík, tá vit spældu fótbólt, greiðir 46 ára gamli Todi Jónsson frá í sendingini 25 minuttum.

Yrkisleiðin byrjaði við ongum svøvni

Yrkisleiðin í Danmark byrjaði ikki sum ein dreymur. Todi skuldi fyrst prógva seg í bæði 3. og 2. deild hjá Lyngby, áðrenn hann endiliga fekk ein hálvtíðarsáttmála við Lyngby. Svøvn fekk hann ikki. Hann arbeiddi fyrstu tíðina sum náttarvaktur á einum hotelli í Keypmannahavn. Ein tíma eftir arbeiðstíð skuldi hann møta á vøllinum at spæla fótbólt.

- Tað var bara vilji. Eg vildi bara, minnist Todi Jónsson.

Nústani er heimlongsulin komin

Todi hevur familju í Danmark. Børn hansara eru uppvaksin og búgva har. Børnini hava lítið og einki tilknýti til Føroyar, og Todi hevur eisini valt at tosa danskt við tey. Hugurin at flyta heim hevur ikki verið har. Men nú byrjar at verða øðrvísi. 

- Eftir at foreldrini fóru, byrjaði mín longsul til Føroya at blíva enn størri. Tá tey livdu, var mín longsul til Føroya ikki so sterkur, sum hann er nú. Tað er deiligt at vera í Føroyum. Tað er nostalgiskt. Serliga angurin av náttúrini. Tað er ein serligur angi, sum minnir meg á míni barnaár.

- FCK var fyrst og fremst mín arbeiðsgevari

Todi Jónsson greiðir frá verkætlanini handan F.C. Amager, og hvussu ein stórur partur av pengunum, sum hann hevði uppspart frá yrkisfótbóltinum, hvurvu eftir fáum tímum, tá fíggjarkreppan rakti Danmark.

- Alt tað image’ið, eg hevði uppbygt í míni yrkisleið, og nokkso nógv av pengunum, eg hevði savnað saman í míni yrkisleið, blivu burtur uppá fáar tímar. Tað var nokkso hart akkurát tá, greiðir Todi frá. 

Harafturat greiðir Todi Jónsson frá tíðini á landsliðnum, har hann fyrst og fremst sá FCK sum sín arbeiðsgevara og tískil mátti raðfesta tað fremst. 

Hoyr alla samrøðuna við Toda Jónsson her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652