Landsliðið er úttikið

Landsliðið er úttikið
Føroyska landsliðið má klára seg uttan Sølva Vatnhamar í komandi landsdystunum
Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið 23 spælarar til dystirnar móti Kosovo og Aserbadjan
 
01.10.2018 - 09:52

Lars Olsen kunngjørdi í dag, hvørjir skulu spæla ímóti Aserbadjan og Kosovo í UEFA nations leage dystunum.

Hesaferð er Sølvi Vatnhamar ikki við. Hann bleiv skaddur í dystinum millum Víking og B36.

Sonni Ragnar Nattestad er ikki tøkur til fyrra dystin ímóti Aserbadjan, tí hann hevur leikbann.

Tað verður væntað, at Odmar Færø úr B36 skal spæla í miðverjuni fyri Sonna Ragnar Nattestad.

Tó segði Lars Olsen,at Rógvi Baldvinsson og Heini Vatnsdal eisini kunnu koma inn í verjuna fyri Sonna Ragnar Nattestad.

Hópurin til dystirnar móti Aserbadjan og Kosovo 11. og 14.oktober á Tórsvølli

Gunnar Nielsen FH
Teitur M. Gestsson HB
Kristian Joensen KÍ
Atli Gregersen Víkingur
Sonni Ragnar Nattestad AC Horsens
Odmar Færø B36
Viljormur Davidsen Vejle
Jógvan Rói Davidsen HB
Alex Mellemgaard B36
Heini Vatnsdal Fremad Amager
Gunnar Vatnhamar Víkingur
Magnus Egilsson HB
Kaj Leo í Bartalsstovu ÍBV
Gill R. Sørensen Brann
Rene S. Joensen Grindavík
Tróndur Jensen HB
Pól Johannus Justinussen NSÍ
Hallur Hansson  AC Horsens 
Brandur H. Olsen FH
Rógvi Baldvinsson Bryne
Finnur Justinussen Næstved
Jóan Símun Edmundsson Arminia Bielefeld
Klæmint A. Olsen NSÍ

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Sunnudag 22. november
Filosofiskur 9. partur
216718
Leygardag 21. november
Jambalaja - 211126
216767
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688