Vindmyllulund í Porkeri útsett

Vindmyllulund í Porkeri útsett
Evsta markið at søkja um loyvi at framleiða el úr vindorku í Porkeri er útsett enn einaferð.
 
16.10.2018 - 08:34

Evsta mark var í dag, men tað er nú longt til 1. mars næsta ár. 

Ari Johanneson, ráðgevi á Umhvørvisstovuni, sigur, at tað er eftir ynski frá norska felagnum, Kjeller Vindteknik, saman við týska vindmylluveitaranum, Enercon, tí tey vilja hava fleiri mátingar í Porkeri.

Fyri góðum hálvum-øðrum ári síðani varð ein 80 metrar høg mastur sett upp í Porkeri at máta vind. Men nógvur turbulensur er í økinum, og tí varð neyðugt við einari mátingarmastur nakað niðanfyri hina fyri at dekka størri øki. 

Henda masturin hevur mátað síðani í summar, og neyðugt er við fleiri mátingum frá henni, áðrenn avgjørt verður, hvar vindmyllurnar skulu standa.

Eftir ætlan skulu upp í 12 vindmyllur setast upp, og tá tær standa uppi, kostar verkætlanin um 100 milliónir krónir. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV