Rundferð á Biskupstorgi

Rundferð á Biskupstorgi
Tað var fult hús á Biskupstorgi, nú Klaksvíkar kommuna vísir fram ymsar byggiverkætlanir í býnum. Mong nýttu høvi at síggja íbúðirnar
Ljós á Biskupstorgi mánakvøldið í Klaksvík, tá kommunan lat dyrnar upp fyri almenninginum. Enn er tó ógreitt, nær fólk kunnu flyta inn
Mynd: Dávur Winther  
 
17.10.2018 - 07:16

Klaksvík í fokus er heitið á tiltaki, sum kommunan skipar fyri í heystfrítíðini. Hvørt gerandiskvøld letur kommunan dyrnar upp fyri nøkrum av stóru verkætlanunum, sum eru í gongd. 

BISKUPSTORG_LIDUGT_OK

Mánakvøldið vórðu so dyrnar latnar upp á Biskupstorgi, har 30 íbúðir eru um at vera klárar. Ósbjørn Jacobsen, arkitektur, greiddi frá miðbýarætlanini og sjálvum Biskupstorginum, áðrenn fólk fingu høvi til at fara runt og hyggja seg um. 

Óli Jákup Dragaberg, Jákup Pauli Ziskason og Helena Jakobsen og Berghild Ellingsgaard høvdu øll lagt sær leiðina inn í Biskupstorg at hyggja seg um. Tey standa øll á bíðilista til nýggja íbúð. 

3o7a7890_medium.jpeg

Caption: 
Mánakvøldið var fult hús á Biskupstorgi í Klaksvík, tá kommunan lat dyrnar upp til íbúðarbygningin sum liður í tiltakinum Klaksvík í fokus.

Í 2012 skrivaði Klaksvíkar kommuna út kapping um at skapa nýggjan miðbý. Ósbjørn Jacobsen, arkitektur, vann ta kappingina, og áðrenn fólk sluppu inn at síggja íbúðirnar, hevði hann eina framløgu um nýggja miðbýin. 

3o7a7903_medium.jpeg

Frítekst tagging: 
Caption: 
Ósbjørn Jacobsen, arkitektur

Uttan fyri sjálvan íbúðarbygningin er miðbýartorg, sum er ætlað til millum annað almenn tiltøk.

Steinarnir, sum eru lagdir á torgið, eru upprunaliga frá longu kai í Klaksvík, sum vórðu tiknir upp, tí tað var ikki so lætt at fáast við trol og nót á slíkum undirlagi.

Klaksvíkar kommuna hevur so goymt steinarnar, sum altso nú eru tiknir framaftur og lagdir á nýggja miðbýartorgið. 

3o7a7974_medium.jpeg

Caption: 
Steinar frá longu kai í Klaksvík, sum hava ligið á goymslu, síðani teir vórðu tiknir upp, prýða nú nýggja torgið uttan um nýggja íbúðarbygningin.

Arbeiðið við Biskupstorginum hevur drigið út, og fólk eru vorðin ótolin eftir at vita, nær tey fáa tilboð um íbúð.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, í Klaksvík, torir ikki at geva nakað lyfti um innflytingardag, men hann sigur, at um mánaðarskiftið fara Klaksvíkar kommuna og Bústaðir at senda út kunningarskriv við boðum um, nær tilboðini um íbúðir koma og hvat eftir er at gera. 

Myndir: Dávur Winther.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602