Vænta størri vinning enn upprunaliga mett

Vænta størri vinning enn upprunaliga mett
Nú tríggir ársfjórðingar eru farnir av 2018, væntar BankNordik størri vinning í ár enn av fyrstan tíð mett.
 
19.10.2018 - 10:12

Bankin hevur boðað keypsskálanum í Keypmannahavn frá, at vinningurin í ár verður 240 til 280 milliónir krónur og ikki, sum fyrr fráboðað, 190 til 240 milliónir.

Orsøkin er afturføring av pengum, sum annars vórðu settir av móti tapi.

Afturføringar av niðurskrivingum vóru 93 milliónir krónur frá 1. januar til 1. oktober í ár.

Harafturat eru nettorentuinntøkurnar vaksnar, hóast áhaldandi trýst á rentumarginalin, og BankNordik hevur megnað at hildið útreiðslurnar á einum støðugum stigi, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

Samtakið væntar eisini, at úrslitið fyri niðurskrivingar, útreiðslur, sum bara eru einaferð, virðisjavnanir og skatt fyri roknskaparárið 2018 verður í ovara endanum av áður fráboðaðu 160-200 milliónum krónunum. 

Tó kunnu møguligar skaðatryggingarútreiðslur í fjórða ársfjórðingi fáa eina ávísa neiliga ávirkan á endaliga úrslitið. 

BankNordik hevði dupult so stórt yvirskot fyrstu níggju mánaðirnar í ár enn í fjør. Tað vísa fyribils tølini fyri 2018.

Í ár er yvirskotið 229 milliónir krónur eftir skatt. Tað var 112 milliónir í fjør.

Í triðja ársfjórðingi var yvirskotið 79 milliónir krónur eftir skatt. Tað var 30 milliónir í triðja ársfjórðingi í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531