Politiska støðan ógreið

bannari
Politiska støðan ógreið
Politiska støðan er ógreið dagin eftir, at Framsókn í sjálvdrátti setti uppskot fram um at útseta part av fiskivinnnunýskipanini í eitt ár.
 
25.10.2018 - 12:21

Avgerðin hjá tingbólkinum hjá Framsókn um at taka um stýrisvølin hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, varð tikin við vælsignilsi frá formanninum, landsstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálum. 

Tað váttaði Poul Michelsen fyri útvarpinum í gjár.

Tað hevur ikki eydnast at fáa samrøðu við Høgna Hoydal ella Aksel V. Johannesen, løgmann, til hesa tíðindasendingina, men greitt er, at avgerðin hjá Framsókn kom óvart á báðar tveir.

- Eg var als ikki kunnaður, er einasta viðmerkingin, sum Høgni Hoydal hevur, tá útvarpið spyr, hvussu hann fyriheldur seg til atfinningarnar at sær og uppskotið hjá Framsókn.

- Eg fari ikki út alment við innanhýsis ósemjum, er tað einasta, sum landsstýrismaðurin vil siga nú. 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, er heldur ikki til reiðar at gera støðuna upp í løtuni.

Kringvarpið skilir, at nógv politiskt fundarvirksemi er um málið, og boðini frá kunningarráðgevanum hjá løgmanni eru, at Aksel V. Johannesen "helst og møguliga" ger viðmerkingar til politisku støðuna í samgonguni seinnapartin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815