07 Vestur flutti niður

07 Vestur flutti niður
AB varðveitir óvæntað plássið í bestu fótbótsdeildini hjá monnum, meðan 07 Vestur noyðist ta tungu leið niður í næstbestu deildina.
 
27.10.2018 - 19:20

AB  gjørdist stóri vinnarin í seinasta umfarinum í bestu mansdeildini í fótbólti, tí AB vann í dag 2-0 móti EB/Streymi á útivølli á Eiðið, meðan 07 Vestur samstundis tapti 1-0 í Suðri.

Tað sá annars leingi út til, at bæði AB og 07 Vestur fóru at flyta niður. Í næstbestu deildini kundi B68 við einum sigri á Víkingi vinna sær uppflyting. Men dysturin í Leirvík í dag endaði málleysur.

Harvið sat 07 Vestur eftir við Svarta Peri, hóast liðið undan hesum seinastu umfarinum lá tvey stig frammanfyri AB í botninum.

Í Runavík tryggjaði NSÍ sær silvurkrónurnar, tá liðið vann 2-1 móti KÍ, sum endaði uttan heiðursmerki. B36 tryggjaði sær bronsukrónurnar við einum sannførandi 4-1 sigri á útivølli móti Skál.

Í Gundadali staðfesti HB sítt føroyameistaraheiti við at vinna 2-1 móti Víkingi. Harvið setti HB nýtt met við 73 stigum.

Nýtt lið í bestu deildini komandi ár verður ÍF, sum vann næstbestu deildina sannførandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576