Vilja broyta sáttmálan um fiskivinnusamstarv

Vilja broyta sáttmálan um fiskivinnusamstarv
Íslendingar vilja broyta rammusáttmálan við Føroyar um fiskivinnusamstarv. Teir halda seg lata ov nógv fyri at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi.
Føroyar fáa fimm prosent av íslendsku heildarkvotuni av lodnu. Tað, halda íslendingar, vera ov nógv.
 
30.10.2018 - 13:12

Fundur var ímillum londini í farnu viku, men einki spurdist burturúr samráðingunum hesaferð, sigur Andras Kristiansen, deildarstjóri á Fiskivinnustovuni, sum stóð á odda fyri samráðingunum fyri Føroyar. Og eingin nýggjur fundur er avtalaður, sigur deildarstjórin.

Tað skulu fleiri samráðingarumfør millum Føroyar og Ísland um rammusáttmálan um fiskivinnusamstarv, sum er ímillum londini.

Íslendingar vilja broyta sáttmálan, tí teir halda seg lata ov nógv afturfyri at sleppa at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi.

Einki spurdist burturúr

Samráðingar vóru í Keypmannahavn í farnu viku, men einki spurdist burturúr, sigur Andras Kristiansen, deildarstjóri á Fiskivinnustovuni, sum stóð á odda fyri samráðingunum.

Sáttmálin er ikki uppsagdur, men íslendingar vilja hava broytingar í sáttmálanum. Hvat fyri broytingar íslendingar vilja hava, vil Andras Kristiansen ikki gera viðmerkingar til, tí talan er um eitt polittiskt mál.

- Støðan skal umrøðast í Fiskimálaráðnum, áðrenn farið verður víðari, sigur Andras Kristiansen.

Halda seg lata ov nógv og fáa ov lítið

Íslendski fiskimálaráðharrin, Kristján Þór Júlíusson, segði í farnu viku, at íslendingar lata ov nógva lodnu fyri at sleppa at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi.

Hann segði, at nú er stundin komin, at íslendingar og føroyingar gera ein sáttmála, sum gevur báðum londum líka stórt virði.

Íslendingar lata alt ov nógv í galdandi sáttmála, segði hann.

Tað hevði hann sett sær fyri at steðga, og tað vóru eisini boðini, sum íslendska samráðingarnevndin hevði fingið undan samráðingarfundinum við føroyingar í Keypmannahavn.

Fáa fimm prosent frá íslendingum

Føroyar fáa fimm prosent av íslendsku heildarkvotuni av lodnu, tó í mesta lagi 25.000 tons.

Føroyar fáa eisini 5.600 tons av botnfiski í íslendskum sjógvi.

Tað heldur íslendska fiskimálaráðið er alt ov nógv at lata aftur fyri, at íslendsk skip sleppa at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777