Øll skulu síggja alt sjónvarp í Norðurlondum

Øll skulu síggja alt sjónvarp í Norðurlondum
Arbeitt verður fyri, at borgarar í Norðurlondum skulu sleppa at síggja sjónvarpstilfar hjá grannalondunum
Øll í Norðurlondum skulu síggja sjónvarpstilfar hjá grannalondunum.
 
04.11.2018 - 10:14

Arbeitt verður fyri, at borgarar í Norðurlondum skulu sleppa at síggja sjónvarpstilfar hjá grannalondunum.

Mentamálaráðið sigur í tíðindaskrivi, at landsstýriskvinnan í mentamálum hevur verið á fundi við norðurlendsku mentamálaráðharrarnar um, hvussu sleppast kann av við fyribrigdið Geoblokking. 

Geoblokking snýr seg um, at bara heimlondini síggja tilfarið, sum almennu kringvørpini í ymsu londunum leggja út á netið.

- Tað er breitt ynski úr øllum Norðurlondum, at vit skulu sleppa fram at tilfari frá hvørjum øðrum. Ráðharraráðið hevur sett eina kanning í verk, sum skal lýsa støðuna viðvíkjandi upphavsrætti og øðrum, og skal so koma við tilmælum um, hvussu vit kunnu røkka ynskinum um at avtaka geoblokkingina í Norðurlondum, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna, í tíðindaskrivinum.

Eftir hennara tykki styrkir tað bæði sambandið og fatanina fyri málunum hjá hvørjum øðrum, um norðurlondini fáa atgongd til sjónvarpstilfarið hjá hvørjum øðrum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Leygardag 9. mai
Upp á tá - 080526
208129
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040