Arctic Voyager fiskar flestu menningarkvoturnar

Arctic Voyager fiskar flestu menningarkvoturnar
Arctic Voyager verður eftir øllum at døma skipið, sum skal fiska flestu menningarkvoturnar.
 
06.11.2018 - 10:33

Í gjár fekk Arctic Voyager sítt tíggjunda fiskiloyvi útskrivað til at fiska menningarkvotu.

Arctic Voyager skal fiska norðhavssild fyri Delta Seafood, P/F Steintór, P/F TG Fish og Vestmanna Fiskavirki. 

Harumframt skal Arctic Voyager fiska menningarkvotu av svartkjafti, sum reiðaríið sjálvt - P/F Jókin - hevur fingið útlutað.

Umframt menningarkvotur hevur Arctic Voyager svartkjafta- og sildakvotur, sum reiðaríið hevur keypt á uppboðssølu.

Skipið hevur eingi søgulig rættindi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115