A-landsliðið er úttikið

A-landsliðið er úttikið
Tað eru fýra broytingar í landsliðshópinum
 
10.10.2018 - 11:20

Tveir dystir eru eftir at spæla í UEFA Nations League bólkaspælinum. Føroyar spæla ímóti Aserbadjan og Malta. Báðir dystirnir eru á útivølli.

Skal tað eydnast Føroyum at koma víðari, skulu báðir dystirnir vinnast, samstundis sum Kosovo bara fær eitt stig í tveimum teimum síðstu dystunum.

Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur í kvøld úttikið 23 spælarar til dystirnar.

Framherjin,Jákup Thomsen, sum spælir fyri íslendska felagið, FH, er fyri fyri fyrstu ferð í hópinum hjá A-landsliðnum. Hann er komin fyri Finn Justinussen, sum hevur givið avboð.

Hinir tríggir, sum eru nýggir í hópinum samanborið við dystinum móti Kosovo í oktober, eru, Árni Frederiksberg, Sølvi Vatnhamar og Jóannes Bjartalíð.

Teir koma í hópin fyri Pól Johannus Justinussen, Eli F. Nielsen og Alex Mellemgaard. 

Leygardagin 17.november spæla Aserbadjan og Føroyar í Baku. Tríggjar dagar seinni spæla Malta og Føroyar í Ta’Qali

Hópurin:

Gunnar Nielsen, FH (ICE)

Teitur M. Gestsson, HB

Kristian Joensen, KÍ

Atli Gregersen, Víkingur

Odmar Færø, B36

Viljormur Davidsen, Vejle BK (DEN)

Jógvan Rói Davidsen, HB

Sonni Ragnar Nattestad, AC Horsens (DEN)

Heini Vatnsdal, Fremad Amager (DAN)

Magnus Egilsson, HB

Gilli R. Sørensen, SK Brann (NOR)

Gunnar Vatnhamar, Víkingur

Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (ÍSL)

Rene Shaki Joensen, Grindavík (ÍSL)

Hallur Hansson, AC Horsens (DAN)

Brandur H. Olsen, FH (ÍSL)

Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (NOR)

Sølvi Vatnhamar, Víkingur

Jóannes Bjartalíð, KÍ

Árni Frederiksberg, NSÍ

Jóan Símun Edmundsson, Arminia Bielefeld (TÝS)

Klæmint A. Olsen, NSÍ

Jákup L. Thomsen, FH (ÍSL)

 

 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Mánadag 29. juni
07 Vestur basti KÍ
210264
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179