Smyril í dokk fyri 26 milliónir krónur

Smyril í dokk fyri 26 milliónir krónur
Klassin krevur broytingar, sum eru neyðugar, skal skipið framvegis sleppa at sigla
Møguliga kemur Galaxy aftur til Føroya næsta ár.
 
15.11.2018 - 12:50

Tað fer at kosta 26 mió kr. at lata Smyril fara í dokk næsta ár.

Hetta er neyðugt, sigur Samferðslumálaráðið í skrivi til Fíggjarnevndina hjá løgtinginum.

Klassin krevur broytingar, og tær eru neyðugar, skal skipið framvegis sigla.

Sjálv dokkingin, tað er viðlíkahald og umvælingar, kostar 16,3 milliónir, og tað kostar 9,7 mió. kr. at leiga annað skip, meðan Smyril er í dokk.

Strandfaraskip landsins hava samráðingar um tvey avloysaraskip fyri Smyril, annað teirra er Galaxy, sum fyrr hevur siglt á Suðuroyarleiðini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672