Fáa samlaðu útreiðslunar í næstu viku

bannari
Fáa samlaðu útreiðslunar í næstu viku
Tað er í næstu viku, at Landsverk skal koma við øllum eykarokningunum í kjalarvørrinum av byggingini av skúladeplinum í Marknagili
 
18.11.2018 - 14:08

Landsstýriskvinnan í mentamálum hevur verið í løgtinginum og biðið um 18,7 milliónir krónur til meirútreiðslur.  Men tað verður tørvur á fleiri pengum fyri at fáa verkætlanina lidna. 

Fíggjarnevndin hjá løgtinginum hevði fund fríggjadagin, og tá var ætlanin at viðgera eykajáttanina til Glasir. Men tað varð ikki viðgjørt á fundinum, tí nevndin bíðar eftir at greiða fæst á samlaðu meirútreiðslunum. 

Landsverk hevur kunnað landsstýrikvinnuna í mentamálum um, at tað verður neyðugt við meira enn teimum 18,7 milliónunum. 

Rigmor Dam segði í Degi & Viku tann áttanda november, at hon hevur biðið Landsverk um at savna saman allar rokningarnar fyri at fáa greiðu á samlaðu meirútreiðslunum, og tað skuldi gerast innan 14 dagar.  

Politiska ábyrgdin ógreið

Tað er ikki staðfest, hvør hevur politisku ábyrgdina av meirnýtluni í samband við byggingina av skúlanum í Marknagili. Í innliti, sum Kringvarpið hevur fingið, sæst, at Mentamálaráðið beinavegin gjørdi stjóran á Landsverki varugan við, at hann hevur ikki heimild at virka uttanfyri teir játtaðu fíggjarligu karmarnar. 

Í einum telduposti, sum Mentamálaráðið hevur sent Samferðslumálaráðnum, Fíggjarmálaráðnum og Løgmansskrivstovuni tann 23. oktober, stendur eisini millum annað: 

"Vit eru enn einaferð í tí ógreiðu støðuni, har spurningurin er, hvør hevur politisku ábyrgdina."

Landsverk, sum hevur staðið fyri byggingini, er ein stovnur undir Samferðslumálaráðnum.

Men sjálvur skúlin er ein stovnur, sum liggur undir Mentamálaráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595