Kann koma fyri at sáttmáli ikki verður hildin

Kann koma fyri at sáttmáli ikki verður hildin
Vørn útskrivar fiskiloyvi, men hevur ikki eftirlit við, at sáttmálar verða hildnir sambært lógini um sjófeingi, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður
 
21.11.2018 - 16:46

Tað kann koma fyri, at sáttmálar ikki verða hildnir eftir lógini um fyrisiting av sjófeingi, hóast váttað er fyri tí.

Men tað er ikki Vørn, sum skal hava eftirlit við, at sáttmálarnir verða hildnir sambært lógini.

Tað skulu partarnir á arbeiðsmarknaðinum, og síðani kann brotið revsast sambært lógini.

Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, í svari til Helga Abrahamsen í Sambandsflokkinum.

Hann spurdi, um landsstýrismaðurin kann vátta, at einki fiskiloyvi er latið sambært lógini um fyrisiting av sjófeingi til nakran, ið ikki rindaði skipara og manning løn eftir sáttmálanum við føroysk manningarfeløg.

Skulu løna eftir sáttmálanum

Høgni Hoydal sigur, at tað samsvarar ikki við lógina, um lønt ikki verður eftir sáttmálum við manningarfeløgini.

Vørn skrivar fiskiloyvi út, og skal útvega váttanir um, at skipari og manning verða lønt eftir sáttmála við manningarfeløgini.

Eru váttanirnar heintaðar inn, hevur Vørn gjørt sína uppgávu.

Verða brot staðfest á lógina, er tað uppgávan hjá myndugleikanum at revsa hetta samsvarandi brotinum, sigur Høgni Hoydal í svarinum til Helga Abrahamsen. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166