Eiðis kommuna lækkar barnaansingargjaldið

Eiðis kommuna lækkar barnaansingargjaldið
- Ansingargjaldið hjá okkum hevur verið ov høgt, sigur borgarstjórin.
 
29.11.2018 - 11:22

- Vit hava sammett okkum við nærmastu grannakommunurnar í Eysturoynni, og gjaldið hjá okkum verður lægri enn hjá teimum.

- Vit vilja gera tað meira liviligt hjá fólki, sigur Jógvan í Skorini, borgarstjóri.

Gjaldið fyri børn undir trý ár lækkar 355 krónur um mánaðin.

Gjaldið fyri børn eldri enn trý ár lækkar 300 krónur.

Avsláttur verður somuleiðis latin foreldrum, sum hava tvey ella fleiri børn í dagstovni.

Borgarstjórin roknar við, at tað fer at kosta kommununi slakar 200 túsund krónur um árið.

- Hetta kostar lítið í mun til tað, vit fáa burturúr, sigur hann.

- Men hví lækka tit ikki skattaprosentið ístaðin, so øll í kommununi fáa ein lætta?

- Vit halda, at skattaprosentið hjá okkum er lágt. Tað er eingin loyna, at barnafamiljur, sum skulu seta búgv, hava tað vanliga tungt fíggjarliga. Og tað er teimum, vit vilja hjálpa, sigur Jógvan í Skorini, borgarstjóri á Eiði.

Skattaprosentið á Eiði er 18,75 prosent.

Fíggjarætlanin hjá Eiðis kommunu varð einmælt samtykt í gjárkvøldið. Skuldin hjá kommununi verður við ársenda 2019 slakar átta milliónir krónur.

1,5 millión krónur eru settar av næsta ár at rinda niður skuld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392