Tróndur annar varaborgarstjóri fyri Heðin

Tróndur annar varaborgarstjóri fyri Heðin
Nevndir í Tórshavnar kommuna umskipaðar, tí Heðin Mortensen er farin úr býráðnum
Tróndur Sigurðsson er annar varaborgarstjóri og limur í Fíggjarnevndini hjá Tórshavnar kommunu.
 
30.11.2018 - 13:07

Tróndur Sigurðsson er nú annar varaborgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

Hann er komin í staðin fyri Heðin Mortensen, sum er farin úr býráðnum.

Gunnvør Balle er varaborgarstjóri.

11 nevndir, sum býráðið velur fólk og varafólk í, eru umskipaðar, nú Heðin Mortensen er farin úr býráðnum.

Onnur javnaðarfólk eru vald í teir sessir, sum hann hevði.

Tróndur Sigurðsson er komin í Fíggjarnevndina, og Bjørghild Djurhuus er komin í Mentamálanevndina fyri Heðin Mortensen. 

Bjørg Dam er komin í Tórshavnar býráð fyri Heðin Mortensen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820