Teistin avlýsir túrar

Teistin avlýsir túrar
Vegna vánaligt veður er ferðaætlanin hjá Teistanum broytt í dag.
Mynd: Savnsmynd  
 
18.12.2018 - 10:58

Strandferðslan boðar nú frá, at veðrið ávirkar Sandoyarleiðina í dag. 

Túrarnir úr Skopun kl. 14:00, kl. 16:35 og kl. 18:35 og av Gomlurætt kl. 13:15, kl. 15:50 og kl. 17:20 verða ikki sigldir.

Teistin siglur tó tveir túrar í hesum tíðarskeiði. Teistin fer úr Skopun kl. 12:30 og av Gomlurætt kl. 20:00. Síðani verður siglt sambært ferðaætlani, tað, ið eftir er av kvøldinum.

Smyril siglir soleiðis í dag: av Krambatanga klokkan 07:00 og úr Tórshavn klokkan 18:30. Smyril siglir ikki túrarnir úr Tórshavn kl. 13:00 og av Krambatanga kl. 15:30.

Harumframt boðar Strandferðslan frá, at eingin sigling verður til Skúvoyar í dag. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392