Amerikanari til KÍ

Amerikanari til KÍ
KÍ hevur skrivað sáttmála við ungan spælara úr USA
 
08.01.2019 - 12:18

KÍ hevur styrkt hópin við 19 ára gamla Darius Lewis úr USA.

Spælarin skrivar sjálvur á Instragram, at hann hevur vant nógv, og at hann nú gleðir seg til at byrja yrkisleið sína í fótbólti.

Darius Lewis skrivar eisini, at hetta er hansara fyrsti fulltíðarsáttmáli.

Heimasíðan hjá Philadelphia Union Academy, sum Darius Lewis hevur umboðað, skrivar, at hann skoraði 21 mál í teimum trimum árunum, har hann umboðaði tey í U17 og U19 fótbólti.

KÍ hópurin telur nú seks útlendingar, sum koma úr Japan, USA, Serbia, Noregi, Danmark og Makedonia.

Broyttur KÍ-hópur

KÍ hópurin er munandi broyttur samanborið við í fjør. Felagið hevur fingið fimm nýggjar spælarar í hópin, og fimm eru farnir úr hópinum.

Teir nýggju í hópinum eru Torbjørn Grytten, Patrik Johannesen, Takuya Matsunaga, Darius Lewis og Jesper Brinck.

Fimm spælarar eru farnir úr felagnum: Semir Hadzebulic, Páll Klettskarð, Hørður Askham, Ronni Møller-Iversen og Predrag Pocuca

Betrideildin 2019 byrjar 10.mars. KÍ spælir í fyrsta umfari á heimavølli ímóti HB

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026