Varðhaldsfongslaður í harðskapsmáli

Varðhaldsfongslaður í harðskapsmáli
Skuldsetti maðurin nýtti knúgvajarn, og harðskapurin skal vera framdur í tveimum førum leygarnáttina.
Mynd: savnsmynd  
 
20.01.2019 - 11:55

Ein maður í 20-unum varð í gjár varðhaldsfongslaður í tríggjar vikur, skuldsettur fyri í tveimum førum at hava framt harðskap í Havn leygarnáttina. 

Skuldsetti maðurin nýtti knúgvajarn. 

Maðurin er eisini skuldsettur fyri at hava framt herverk á ein løgreglubil, tá hann varð tikin.

Løgreglan kannar framvegis málið, og kanska verður onkur skuldsettur aftrat.

Ætlaðu sær á Villingardalsfjall við tjaldi

Tveir útlendingar ætlaðu at sova í tjaldi á Villingardalsfjalli á Viðareiði í nátt.

Boðað varð løgregluni frá, og tyrlan varð eisini boðsend.

Bóndin, sum hevur hagan, helt tað ikki vera ráðiligt hjá monnunum at sova í tjaldi. 

Hann fór niðan eftir teimum, og fekk teir omanaftur í bygdina í gjárkvøldið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541