Fíggjarnevndin aftur til verka

Fíggjarnevndin aftur til verka
Álitini um Fámjinstunnilin og Dalstunnilin koma væntandi úr fíggjarnevndini áðrenn tingfundin fríggjadagin, sigur nýggi formaðurin
 
28.01.2019 - 15:42

Álitini um Fámjinstunnilin og Dalstunnilin koma væntandi úr fíggjarnevndini áðrenn tingfundin fríggjadagin. Tað sigur nýggi formaðurin í fíggjarnevndini, Bárður á Steig Nielsen. 

Fíggjarnevndin hevur fund í morgin, og arbeitt verður við at fáa fleiri álit skrivað í vikuni, sigur Bárður á Steig Nielsen.

Nýggi meirilutin í fíggjarnevndini valdi á seinasta fundi Bárð á Steig Nielsen til formann. Spurningurin er so, um hetta fer at síggjast aftur í teimum álitum, sum koma úr fíggjarnevndini. 

- Tað kemur nokk ikki at hava ta heilt stóru broytingina við sær. At andstøðan situr við meirilutanum ger kanska tað, at andstøðan hevur hug at fáa málini avgreidd. Áðrenn var tað kanska andstøðan, sum hevði hug at halda aftur, sigur Bárður á Steig Nielsen. 

Nógv umrødda uppskotið um Fámjinstunnilin hevur ligið í nevndini síðan november, og fíggjarnevndarformaðurin væntar, at málið kemur úr aftur nevndini áðrenn tingfundin fríggjadagin.

- Málið um tunlarnar er klárt at koyra út aftur úr nevndini, og har er tað heldur tann politiska avkláringin, sum manglar, sigur nýggi formaðurin í fíggjarnevndini, Bárður á Steig Nielsen. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425