Kunnu varskógva longu nú, serlig skipan óneyðug

Kunnu varskógva longu nú, serlig skipan óneyðug
Alment sett fólk kunnu longu sum er boða frá óskili á arbeiðsplássinum, sigur meirilutin í Figgjarnevndini
Varskógvaraskipan er óneyðug, sigur andstøðan í tinginum.
 
04.02.2019 - 07:35

Vit hava ikki brúk fyri einari varskógvaraskipan í Føroyum.

Alment sett fólk kunnu longu sum er boða frá óskili á arbeiðsplássinum.

Meirilutin í Fíggjarnevndini mælir tí frá at samtykja lógaruppskotið hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, um varskógvaraskipan.

Meirilutin, Bárður Nielsen, Jacob Vestergaard, Bill Justinussen og Kristin Michelsen, sigur, at millum annað álitisfólkaskipaninin ger, at almenn starvsfólk hava longu bæði rætt og skyldu at boða frá óreglusemi.

Aðrir møguleikar eru eisini, so sum Løgtingsins umboðsmaður, Landsgrannskoðanin, fakfeløgini, miðlarnir og talufrælsið, sigur meirilutin í Fíggjarnevndini.

Meirilutin heldur ikki, at neyðugt er við enn eini almennari umsiting afturat.

Samgongan er minnilutin

Minnilutin, samgongufólkini Ruth Vang, Pauli Trond Petersen og Helena Dam á Neystabø, tekur undir við uppskotinum, men mælir til, at varskógvaraskipanin skal endurskoðast um tvey ár.

Skipanin skuldi koma í gildi á nýggjárinum, men minnilutin í Fíggjarnevndini mælir til, at lógin kemur í gildi 1.mars.

Kristina Háfoss legði fram lógaruppskotið 21.august í fjør.

Fyrst í desember bað hon Fíggjarnevndina leggja afturat, at varskógvaraskipanin skal eisini vera fyri tey, sum arbeiða hjá kommununum og kommunalum virkjum og stovnum.

Men tað er ikki við í álitinum hjá Fíggjarnevndini.

Endurskoðan um tvey ár

Helena Dam á Neystabø hevur tó sum treyt fyri at taka undir við upprunaliga uppskotinum, at skipanin verður eftirmett um tvey ár. 

Hon mælir til, at tey tvey árini verða brúkt til at tryggja, at varskógvaraskipanin eisini verður galdandi fyri kommunurnar og fyri almennu partafeløgini. 

Onnur viðgerð og atkvøðugreiðsla verða mikudagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Hósdag 14. mai
Dylan 85 (2:4)
208360
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343