MMR fær tvey landsstýrisfólk

MMR fær tvey landsstýrisfólk
Ætlanin er, at landsstýrið fer at kunngera tvey nýggj landsstýrisfólk í mentamálum í dag
Ætlanin er, at Hanna Jensen úr Framsókn verður annað av tveimum landsstýrisfólkum í mentamálum
 
14.02.2019 - 10:00

Umboð úr samgonguni sótu til langt út á gjárskvøldið og royndu at fáa politisku kabalina at ganga upp, og sum skilst bleiv semja gjørd um, at Mentamálaráðið fær tvey landsstýrisfólk.

Óváttað tíðindi eru um, at Hanna Jensen úr Framsókn verður landsstýriskvinna í undivísingarmálum, meðan eitt av verðandi landsstýrisfólkum hjá Tjóðveldi fær restina av mentanarpartinum, sum fevnir um stjórnaruppgávur, politisku umsitingina og menning.

Sum er hevur Hanna Jensen forkvinnusessin í Mentanarnevndini hjá Løgtinginum, og seint í gjárskvøldið vildi Tjóðveldi fegin hava Óluvu Klettskarð í tann sessin, men enn eru tey tíðindini ikki váttað.

Bíða eftir løgmanni

Kringvarpið hevur roynt at fáa viðmerking frá Akseli V. Johannesen, løgmanni, men hann er á veg av landinum í privatum ørindum, men sum skilst, so skuldi ein fráboðan koma frá honum um nýggju manningina í landsstýrinum.

Mentamálaráðið setti í fjør Hjalmar Hansen sum stjóra í nýggja Undirvísingarstýrinum, sum verður verðandi har, sum Mentamálaráðið í dag er, á Hoyvíksvegi í Havn.

Hin parturin av mentamálunum skal so halda til í Tinganesi. Tíðindini um politisku kabalina, sum er er gingin upp, eru sum áður nevnt ikki váttað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486