Ísland steingir eitt kent øki

Ísland steingir eitt kent øki
Íslendsku myndugleikarnir hava gjørt at at steingja kenda ferðafólkastaðið, Fjarðarglufur-gjónna í eitt tíðarskeið, tí so nógv fólk vitja plássið
 
16.03.2019 - 10:14

Nógvu vitjanirnar hava við sær, at gøtan í Fjarðarglufur-gjónni er oyðiløgd, og tí ganga fólk við síðuna av gøtuni, og traðka allan vøkstur niður. Plássið hevur verið sera nógv vitjað, eftir at sangarin, Justin Bieber, í 2015, gjørdi eitt lag, har myndir úr økinum vórðu nýttar.

Daniel Freyr Johnson, frá íslendsku náttúrumyndugleikunum sigur, at síðani sangurin varð gjørdur, er talið av ferðafólkum sum vilja síggja økið, støðugt vaksið, og ein meting er, at minst 300.000 fólk vitjaðu økið í fjør.

Nú veturin hevur verið, er gøtan illa farin, og tí fara ferðafólkini útum girðingina sum er sett  upp, og ganga so við síðuna av gøtuni. Tað ger, at alt plantulív og annar vøkstur í økinum doyr.

Lagið hjá Justin Bieber, I´ll show you, er víst meir enn 439 milliónir ferðir, og tað er uttan iva størsta orsøkin til, at talið av ferðafólkum, sum vilja síggja økið, er nógv vaksið.

Hetta er ikki einasta økið sum myndugleikarnir í Íslandi hava valt at steingja fyri ferðafólki, tað er gjørt í fleiri øðrum økjum eisini, sigur Daniel Freyr Johnson hjá náttúrumyndugleikunum. Støðan er tann, at Ísland ikki er ført fyri at taka ímóti teimum nógvu ferðafólkunum, sum nú vitja landið, sigur hann.

Fyribils er ætlanin, at økið við Fjarðarglufur-gjónna, verður latið upp aftur 1. juni, sigur hann við Ritzau tíðindastovuna.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040