Wow Air farið á húsagang

Wow Air farið á húsagang
Íslendska lágprísflogfelagið, Wow Air, er farið á húsagang og gevst sostatt at flúgva beinanvegin
Øll flúgving hjá Wow Air er avlýst, nú flogfelagið er farið á húsagang
 
28.03.2019 - 10:15

- Øll flúgving hjá Wow Air er avlýst, sigur flogfelagið á heimasíðuni. Seks flogfør, sum skuldu koma úr Amerika í nátt lættu ongantíð frá flogvøllum vestanhavs.

Og sjey túrar vóru eftir ætlanini til Evropa í morgun, men teir eru eisini avlýstir.Fleiri túsund ferðafólk eru strandað ymsastaðni, skrivar BBC News.

Íslendskir miðlar skrivar, at flogleasingfeløg hava afturhildið flogførum í norðuramerikonskum lufthavnum, tí Wow Air ikki hevur hildið leasingavtalurnar.

Tørv á 165 milliónum krónum fyri at halda fram

Felagið varð stovnað í november 2011 og fleyg fyrsta túrin í mei 2012. Í oktober sama ár yvirtók flogfelagið Wow Air tað sum eftir var av trotabúnum eftir Iceland Express.

Tá flogfelagið Wow Air var uppá sítt besta, hevði felagið 20 flogfør og fleyg til mera enn 40 ferðamál í USA, Kanada, India og Evropa.

Ferðafólk, sum hava ferðaseðil við Wow Air, eru biðin um at finna sær annað flogfelag. Wow Air sigur í fráboðanini, at nøkur flogfeløg kunnu veita ferðafólkum sonevndan bjargingarferðaseðil.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086