Pengarnir mugu finnast innan fyri karmarnar

Pengarnir mugu finnast innan fyri karmarnar
Landsvegir og berghol skulu haldast viðlíka fyri 200 miiliónir krónur, sigur Miðflokkurin. Gott hugskot, heldur samgongan, men atkvøðir ikki fyri
Eisini nógvar brýr eru illa farnar.
 
10.04.2019 - 12:49

Hóast samgongan í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum ásannar, at Landsverk hevur brúk fyri pengum at viðlíkahalda vegir og berghol, taka Ruth Vang, Pauli Trond Petersen og Helena Dam á Neystabø ikki undir við Miðflokkinum, sum mælir til at játta í mesta lagi 200 mió. kr. til viðlíkahald næstu tíggju árini.

Hetta er eitt gott hugskot, halda tey.

Men tey halda, at um pengar skulu latast til størri viðlíkahald í fíggjarlógini fyri 2019, má umraðfestast soleiðis, at peningurin verður funnin á øðrum játtanum. 

Tí kann uppskotið hjá Miðflokkinum ikki standa einsamalt, men eigur at vera viðgjørt í uppskoti um eykajáttan frá landsstýrinum, har pengarnir eru funnir innan fyri verandi fíggjarkarmar, sigur samgongan í Fíggjarnevndini.

Meirilutin í Fíggjarnevndini, Bárður á Steig Nielsen, Jacob Vestergaard, Kristin Michelsen og Bill Justinussen, mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161