Bakkafrost selir, byggir og flytur í Klaksvík

Bakkafrost selir, byggir og flytur í Klaksvík
Landstøðin verður flutt yvir um víkina
Bakkafrost í Klaksvík
 
15.04.2019 - 13:13

Bakkafrost selir virkisbygningin og grundøkið, sum fyrtøkan eigur á vestara havnarlagi í Klaksvík. Ætlanin er at byggja nýggja landstøð við Grótrætt, sum er á eystursíðuni, norðan fyri vágna.

Landstøðin hjá Bakkafrosti er í virkisbygninginum, sum nú er til sølu. Men loyvið frá kommununi at hava landstøðina har er bara galdandi til á heysti 2020. 

Serlig krøv skulu fyribyrgja smittu

Ein landstøð er eitt stað, sum alifyritøkan brúkar til at ferðast til alibrúk og frá alibrúkum. Serlig krøv eru til landstøðir fyri at fyribyrgja smittu. Millum annað er hegn uttan um hana, so óviðkomandi ikki sleppa framat.

Bakkafrost hevði eina landstøð við ferjuleguna í Klaksvík. Men Heilsufrøðiliga starvsstovan boðaði frá, at hon ikki longur vildi góðkenna støðina, og at Bakkafrost tí noyddist at útvega sær eina nýggja støð. Landstøðin flutti so í Kryvjing, har hon er nú.

Grundøkið, sum Bakkafrost selir í Klaksvík, er 3.525 fermetrar og bygningurin er 2.125 fermetrar. Hann er bygdur í 2002. Sunnasti parturin er í tveimum hæddum. Landstøðin er í niðaru hæddini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Undansending
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860